Talið av eldri fer at vaksa meira enn talið av fólki í arbeiðsførum aldri, og vit verða lutfalsliga færri at lyfta uppgávurnar. Størri framleidni merkir, at meira fæst burtur úr arbeiðstíðini og tilfeinginum. Við vitlíki kunnu vit eisini fara undir uppgávur, sum áður vóru ov tíðarkrevjandi ella kostnaðarmiklar. Hvussu stórur búskaparligi ágóðin verður, og nær hann kemur, er tó framvegis óvist.
Vitlíki kann hjálpa okkum at menna vinnuna og veita góðar almennar tænastur. Hetta hevur serligan týdning, nú fólkasamansetingin broytist.
Meira fæst burtur úr arbeiðinum
Styrkja vinnu og almennar tænastur
Í vinnuni kann vitlíki betra framleiðslugongdir og geva grundarlag fyri nýggjum vørum og tænastum. Tá fyritøkur kunnu framleiða meira ella betri við somu arbeiðsorku, kann tað styrkja kappingarførið og geva størri inntøkur, lægri prísir ella hægri lønir. Kapping og eftirspurningur hava týdning fyri, hvussu ágóðin verður býttur millum fyritøkur, starvsfólk og kundar.
Í tí almenna kann vitlíki gera tað møguligt at veita fleiri ella betri tænastur við somu arbeiðsorku. Tøknin kann lætta um umsiting og geva fakfólkum meira tíð til fakliga viðgerð og samband við borgarar og fyritøkur. Styttri bíðitíð og betri tænastur hava virði, eisini tá almennu útreiðslurnar ikki lækka.
Skilja millum tænastur og sparingar
Størri framleidni í vinnuni bøtir tó ikki sjálvvirkandi um fíggjarpolitiska haldførið. Hægri lønir kunnu økja skattainntøkurnar, men almennu lønirnar fylgja sum frá líður lønargongdini í vinnuni, og útreiðslurnar kunnu tí vaksa samsvarandi. Hvussu økt framleidni í tí almenna verður gagnnýtt til fleiri ella betri tænastur ella til sparingar, er ein politiskur spurningur. Tí er neyðugt at skilja millum størri tænastuorku og fíggjarligar sparingar.
Skapa varandi virði
Ágóðin krevur íløgur, førleikamenning og tillaging av arbeiðsgongdum. Leiðslur og starvsfólk mugu samstarva um broytingarnar, og fólk skulu hava møguleika at læra og taka nýggjar uppgávur á seg. Royndir skulu vísa, um loysnirnar skapa ein samlaðan vinning, tá kostnaður til menning, innleiðing, eftirkanning og rakstur er taldur við. Tað er eisini neyðugt at fylgja við, hvør fær gagn av broytingunum, og hvør ber kostnaðin.
Tey bæði átøkini í hesum parti skulu hjálpa vinnuni og tí almenna frá áhuga til roynda nýtslu og varandi virði. Útbreiðsla í tí almenna skal royna og eftirmeta loysnir í almennum arbeiðsgongdum. Vitlíkin vinna skal hjálpa fyritøkum at velja hóskandi stig við vitlíki. Saman við felags grundvøllinum og førleikamenningini skulu átøkini styrkja føroyska virðisskapan og tænastur.