Úrslit:

    Búskapurin

    Átak 13
    Útbreiðsla í tí almenna 

    Búskapurin

    Endamálið

    Endamálið er at skapa størri virði í almennum tænastum og nýta tilfeingið betur. Stovnar og kommunur skulu fáa hjálp at brúka vitlíki í arbeiðsgongdum og lætta um arbeiðsbyrðuna.

    Hvat verður gjørt

    Stovnar fáa stuðul at finna tørv, royna loysnir og máta úrslit. Fimm øki eru útvald grundað á afturboðanir á verkstovunum og eftirfylgjandi samskifti við stovnar:

    • Vaktarplanlegging til vaktir, avboð og broytingar.

    • Vegleiðari á Vanganum, sum hjálpir borgarum at finna og nýta tænastur.

    • Stuðul til málsviðgerð, skipan av upplýsingum og fyrireiking til fakliga meting.

    • Tala til tekst í málsviðgerð, fundarfrágreiðingum og hjálp til fólk við skerdum førleika.

    • Neyvstilling av málmyndli til føroyskt og eitt fakøki við hýsing í Føroyum, knýtt at føroysku máltøknini (átak 11).

    Hvør roynd fær avmarkað vav, eigara, arbeiðsorku, mátitøl og avgerð um framhald. Luttøka og fígging verða avtalaðar við partarnar. Royndir skulu vísa nyttu og møguleikar fyri breiðari nýtslu, men eisini geva grundarlag fyri tillaging ella steðgi. Uppskalering verður fyrireikað sum serstøk verkætlan við egnum vavi, ábyrgd, arbeiðsorku og fígging til varandi rakstur og breiða nýtslu. Innleiðing verður knýtt at ráðgeving frá Vitlíkiseindini (átak 1), leiðreglum (átak 2), førleikamenning (átak 7) og undirstøðukervi (átak 5). Amboð og dátuatgongd verða skipað við stovninum, dátueigarum og rakstrarpørtum.

    Ábyrgd og samstarv

    Ábyrgdarhavandi stjórnarráð er Fíggjarmálaráðið.

    Stovnar og kommunur verkseta við hjálp frá Vitlíkiseindini (átak 1) og úrvalsliðnum. Vitlíkiseindin (átak 1) samskipar við felags átøk.

    Stovnurin ella kommunan eigur tænastuna, arbeiðsgongdina og fakligu avgerðirnar og staðfestir rakstrarábyrgd. Dátueigarar, kt-rakstrarpartar, máltøknifakfólk, starvsfólk og brúkarar verða tikin við í innleiðing og eftirmeting. Arbeiðsbýtið er fyribils.

    Tíð og máting

    • 2027–2028: Fimm royndarverkætlanir verða framdar og eftirmettar eftir nyttu, kostnaði og fortreytum fyri breiðari nýtslu. Avgerð verður tikin um uppskalering, tillaging ella steðg.

    • 2028–2030: Uppskalering kann byrja í 2028, um royndirnar í 2027 vísa góð úrslit og stórar nyttumøguleikar. Raðfesting, arbeiðsorka og fígging avgera vavið.

    Mátað verður eftir tíðarnýtslu, tænastugóðsku, bíðitíð, arbeiðsbyrðu, brúkarauppliving og samlaðum kostnaði. Eftirkanning og rættingar telja við. Fylgt verður við varandi nýtslu og endurnýtslu. Málvirði verða sett fyri hvørja roynd við støði í støðuni undan innleiðing. Árlig frágreiðing vísir úrslit og framhaldsavgerðir. Verandi arbeiði kann halda fram eftir egnum fortreytum og verður knýtt at átakinum.

    Fortreytir og váðar

    Fígging skal fevna um fakliga tíð, menning, tillaging, førleikar og rakstur. Viðurskifti viðvíkjandi dátuatgongd, heimildum, trygd og føroyskum máli verða avgreidd. Vantandi arbeiðsorka og ógreið ábyrgd kunnu forða varandi nýtslu. Framhald krevur staðfesta ábyrgd og fígging, áðrenn útbreiðsla verður góðkend.

    Hey! 👋 Eg eri Vitlíki.

    Eg kann hjálpa tær við spurningum um heildarætlanina fyri vitlíki 2027–2030 og átøkini í henni.

    Spyr meg á føroyskum ella enskum.

    Tú hevur 1 boð.