Úrslit:
    Búskapurin

    Endamálið

    Endamálið er at styrkja framleidni, nýskapan og kappingarføri í føroyskum fyritøkum. Leiðslur og starvsfólk skulu fáa grundarlag fyri at meta um møguleikar, førleikar, kostnað og váðar og velja eitt hóskandi fyrsta stig við vitlíki.

    Hvat verður gjørt

    Á vinnuverkstovuni kom fram, at fyritøkur vóru á ymiskum stigum: summar nýttu vitlíki í kjarnuarbeiðinum, meðan aðrar royndu seg fram. Sóknast varð eftir deiling av veruligum royndum. Tilgongdin skal hjálpa fyritøkum við ymiskum fortreytum at velja eitt hóskandi næsta stig.

    Saman við Vinnuhúsinum verður ein tilgongd fyrireikað við stuttum leiðslufundum, verkstovum, vinnudømum og einfaldari kortlegging av tørvinum í fyritøkuni. Fyribils er málið 30–40 fyritøkur; endaligt tal, málbólkur og luttøkutreytir verða lagað eftir arbeiðsorku og fígging. Bæði smáar og størri fyritøkur skulu kunna taka lut.

    Hvør fyritøka lýsir verandi nýtslu og tørv og fær hjálp at velja eina uppgávu og meta um gagn, kostnað, dátur og førleikar. Fyrsta úrslitið er eitt avgerðargrundarlag og val av næsta stigi. Síðan kann fyritøkan fara undir avmarkaða roynd við eigara, arbeiðsorku og máting, sum vísir grundarlagið fyri menning, útbreiðslu, broyting ella steðgi.

    Fyritøkurnar eiga verkætlanirnar og velja sjálvar ráðgevar. Leikluturin hjá Vitlíkiseindini (átak 1) skal avmarkast greitt og virða kappingina. Vitlíkisskúlin (átak 7) stuðlar førleikamenning og vitanardeiling. Feløg innan vinnugreinar kunnu savna líknandi tørv, og Altjóða samstarv (átak 4), eitt nú royndir frá AI Finland, kann geva íblástur. Vinnuligur trúnaður og rættindi skulu virðast.

    Ábyrgd og samstarv

    Vinnumálaráðið hevur saman við Fíggjarmálaráðnum ábyrgd av felags átøkum; endaligt býti skal staðfestast. Mælt verður til, at Vinnuhúsið samskipar luttøkuna. Vitlíkiseindin (átak 1) samskipar við heildarætlanina, og Vitlíkisskúlin (átak 7) við læringina. Fyritøkurnar verkseta sjálvar.

    Samstarvspartar eru KT-felagið, vinnugreinafeløg, fyritøkur, starvsfólk, ráðgevar og veitarar og møguliga Vinnuframi og altjóða partar. Vinnuhúsið tekur undir við kósini og luttøku, men manning, faklig veiting og fígging eru óavgreiddar. Leiðslurnar skulu raðfesta tíð og taka starvsfólk við.

    Tíð og máting

    • 2027: Arbeiðsbýti, manning, fígging og treytir verða avgreidd. Leisturin verður royndur í avmarkaðum umfari við fundum, kortlegging og vali av fyrstu royndum.

    • 2028: Tilgongdin verður lagað og víðkað eftir royndum og tilfeingi. Fyritøkur fylgja upp og deila úrslit.

    • 2029–2030: Framhald og breiðari luttøka verða mett eftir staðfestum gagni og varandi nýtslu.:

    Mátað verður eftir luttøku, avgerðargrundarlagi, royndum og varandi loysnum. Tíð, góðska, framleidni, inntøka og kundavirði verða mett móti menningar-, innleiðingar- og rakstrarkostnaði. Skeiðsluttøka einsamøll er ikki nokk. Málvirði verða avtalað eftir kortlegging, og úrslit og forðingar lýst árliga.

    Fortreytir og váðar

    Felags fígging skal skiljast frá íløgum hjá fyritøkunum. Fígging úr Vinnuframa og møguligt luttøkugjald kunnu kannast; treytir skulu vera greiðar undan luttøku. Tíðartrot, vantandi førleikar og kostnaður kunnu tarna serliga smærri fyritøkum. Greitt arbeiðsbýti, javnar veitaratreytir, uppfylging, dátuvernd og trygd skulu fyribyrgja ógreiðum markamótum og virksemi uttan veruliga nýtslu.

    Hey! 👋 Eg eri Vitlíki.

    Eg kann hjálpa tær við spurningum um heildarætlanina fyri vitlíki 2027–2030 og átøkini í henni.

    Spyr meg á føroyskum ella enskum.

    Tú hevur 1 boð.