Úrslit:

    Fólkið

    Talgilda grundarlagið. Føroyar hava eitt væl ment talgilt grundar­lag at byggja víðari á. Nýtsla av vitlíki setur tó nýggj krøv til trygd, førleikar og ábyrgd. Hesi viður­skifti mugu vera í lagi, skulu vit fáa gagn av tøknini.
    Fólkið

    Vitlíki skal styrkja fólkið gjøgnum alt lívið. Fólk skulu hava førleikar, atgongd og tryggleika til at gagnnýta tøknina. Vitlíki skal kunna betra læring, arbeiðslív, vælferð og tænastur uttan at menniskjalig ábyrgd, faklig meting, sjálvstøðug hugsan ella sambandið millum fólk gerst veikari.

    Læring og undirvísing

    Børn, ung og vaksin skulu bæði duga at brúka vitlíki og at hugsa sjálvstøðugt og kritiskt uttan tøknina. Vitlíki broytir treytirnar fyri undirvísing, læring, próvtøku og meting og ávirkar leiklutin hjá læraranum. Heildarætlanin leggur eina felags kós, og Undirvísingarstýrið, Fróðskaparsetur Føroya og aðrir fakmyndugleikar gera neyvari ætlanir og taka fakligar avgerðir.

    Arbeiðslív, førleikar og skifti

    Vitlíki fer væntandi at broyta uppgávur og arbeiðshættir meira enn at beina fyri arbeiði sum heild. Í Føroyum kann tøknin leysgeva tíð til øki við troti á arbeiðsmegi og til uppgávur, sum krevja nærveru, fakligt skil og menniskjaliga meting.

    Hetta krevur breiða og varandi førleikamenning og samstarv millum arbeiðsmarknaðarpartar, arbeiðsgevarar, útbúgvingarskipan og myndugleikar. At minka um starvsfólkaorkuna eigur ikki at vera sjálvstøðugt strategiskt mál; endamálið eigur at vera betri nýtsla av arbeiðsmegi, hægri góðska og størri samfelagsvirði.

    Almanna-, heilsu- og eldraøkið

    Vitlíki kann stuðla fakfólkum, minka um umsiting og geva meira tíð til borgarar, sjúklingar og umsorgan. Økini eru samstundis viðkvom og krevja sterka dátuvernd, greiða fakliga ábyrgd, trygd, frágreiðing, rættindi og menniskjaliga nærveru.

    Heildarætlanin setir kós og krevur neyvari ætlanir frá útvaldum geirum. Almannaverkið, Heilsuverkið, Undirvísingarverkið, kommunurnar og viðkomandi fakmyndugleikar mugu sjálv lýsa tørv, mørk, raðfestingar fyri góðkenning.

    Etikkur, rættindi og fólkaræði

    Etikkur eigur at síggjast aftur í øllum arbeiðsháttinum og ikki bert sum ein eftirkanning. Tað skal vera greitt:

    • hvør verður hoyrdur

    • hvør hevur ábyrgd

    • hvussu ávirkan verður mett

    • hvussu fólk fáa innlit og kæruatgongd

    • nær menniskjalig avgerð skal varðveitast.

    Etiska ráðið, Dáturáðið og onnur viðkomandi ráð og nevndir eiga at fáa vitan og karmar til at viðgera vitlíki innan síni ábyrgdarøki.

    Føroyar skulu nýta vitlíki til at styrkja menniskjaligar førleikar, læring, arbeiði og vælferð. Landsfevnandi heildarætlanin skal seta felags mál, etiskar fortreytir og krøv um uppfylging. Fakmyndugleikarnir skulu gera neyvar ætlanir fyri geirar og taka avgerðir á sínum økjum. Vitlíki skal vera eitt amboð hjá fólki og fakfólkum. Tað skal ikki vera ein ógreið avgerðarskipan, sum flytur ábyrgdina burtur frá menniskjum.

    Hey! 👋 Eg eri Vitlíki.

    Eg kann hjálpa tær við spurningum um heildarætlanina fyri vitlíki 2027–2030 og átøkini í henni.

    Spyr meg á føroyskum ella enskum.

    Tú hevur 1 boð.