Endamálið er at tryggja fakliga grundaðar vitlíkisætlanir fyri skúla- og útbúgvingarøkið og almanna-, heilsu- og eldraøkið. Ætlanirnar skulu vísa møguleikar og fortreytir fyri at styrkja læring, vælferð og tænastur við felags kós og greiðari fakligari ábyrgd.
Endamálið
Hvat verður gjørt
Á fleiri verkstovum komu broytti læraraleikluturin og møguleikar og ivamál í umsorganini fram. Geiraætlanirnar skulu geva fakøkjunum rúm at viðgera hesi íkast við støði í egnum uppgávum.
Hvørt raðfest fakøki fyrireikar eina ætlan við støði í egnum uppgávum og tørvi. Arbeiðstoymi við leiðslu, fakfólki, starvsfólkum og brúkarum fáa stuðul innan tøkni, dátuvernd og trygd. Bygt verður á verandi royndir og ætlanir, eitt nú „Vitlíki við skili“ á undirvísingarøkinum.
Ein felags leistur skal gera lýsingarnar av tørvinum meira samanberiligar. Hvør ætlan skal lýsa:
Endamál og raðfestingar: uppgávur, avbjóðingar, málbólkar og fyrstu nýtsluøki.
Fakliga ábyrgd og mørk: góðkenning, eftirkanning og avgerðir, sum krevja menniskjaliga meting og nærveru.
Fortreytir: dátur, heimildir, mál, førleikar, undirstøðukervi og kunning til ávirkaðar bólkar.
Verkseting: ábyrgd, arbeiðsorka, fígging, royndir og mát fyri góðsku og gagn og avgerðir um framhald, tillaging ella steðg.
Arbeiðið verður knýtt at leiðreglum (átak 2), lógararbeiði (átak 3), etikki (átak 8), førleikamenning (átak 7) og felags tøkniligum og málsligum átøkum. Royndir undir Útbreiðslu í tí almenna (átak 13) og geiraætlanirnar skulu geva hvør øðrum vitan um tørv á felags loysnum.
Ábyrgd og samstarv
Viðkomandi stjórnarráð hava ábyrgd á sínum málsøkjum, og kommunurnar á egnum tænastuøkjum. Fakmyndugleikar, stovnar og kommunur verkseta, eitt nú Undirvísingarstýrið, Sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og eldrasamstørvini.
Samstarvspartar eru Fróðskaparsetur Føroya, útbúgvingarstovnar, fakligar eindir, starvsfólk, arbeiðsmarknaðarpartar, brúkarar og tøkni-, dátuverndar- og trygdarpartar. Ognarrættur og luttøka verða staðfest fyri hvørja ætlan; faklig ábyrgd verður verandi á økinum.
Tíð og máting
2027: Eigarar og toymi verða staðfest, tørvur kortlagdur og felags leistur og raðfestingar avtalað.
2028: Ætlanir verða staðfestar og verksettar í stigum. Royndir verða eftirmettar.
2029–2030: Ætlanir verða endurskoðaðar; loysnir við gagni verða breiddar út, tá fortreytir, arbeiðsorka og fígging eru greið.
Mátað verður eftir ætlanum við eigara, fígging og uppfylging og eftir nýtslu í verki. Faklig úrslit, trivnaður, tænastugóðska og brúkararoyndir verða mett saman við trygd, rættindum og føroyskum máli. Málvirði verða sett fyri hvørja ætlan; úrslit lýst árliga.
Fortreytir og váðar
Leiðslustuðul, faklig tíð og fígging til fyrireiking, royndir, læring og rakstur eru neyðug. Ov nógv samtíðis átøk og ógreið rakstrarábyrgd kunnu forða verkseting. Avmarkaðar raðfestingar, brúkaraluttøka og faklig eftirkanning skulu varðveita menniskjaliga meting og nærveru.