Úrslit:

    Átak 7

    Átak 7
    Vitlíkis­skúlin 

    Endamálið er at tryggja felags kós og framdrátt fyri ábyrgdarfullari og virðisskapandi gagnnýtslu av vitlíki í Føroyum, tvørtur um land og kommunur og í tøttum samstarvi við vinnuna.
    Fólkið

    Endamálið

    Endamálið er at skipa førleikamenning, vitanardeiling og netverk, so fleiri kunnu skilja, brúka og taka støðu til vitlíki. Skúlin skal vera felags læru- og vitanarpallur fyri fólk við ymiskum tørvum, bæði á arbeiðsmarknaðinum og uttanfyri arbeiðsmarknaðin.

    Hvat verður gjørt

    Á verkstovuni um fatan og førleikar varð dentur lagdur á at skilja tøknina og varðveita sjálvstøðuga hugsan. Luttakarar vístu á, at fólk hava ymiskar fortreytir at læra. Tí skal skúlin bjóða fleiri inngongdir til læring og knýta hana at veruligum uppgávum. Arbeiðið. verður savnað í trimum sporum:

    • Førleikamenning: Grundskeið og serskeið um fatan, nýtslu, etikk, dátuvernd, kt- trygd, fakliga ábyrgd og kritiska hugsan, knýtt at veruligum uppgávum.

    • Vitanardeiling: Tiltøk, sýnisgluggar, framløgur og lærudømi, sum miðla bæði góð úrslit og tað, sum ikki riggaði.

    • Netverk: Føroysk fakfólk og eldsálir ("Vitar") knýta vitlíkisskúlan at arbeiðsplássum, útbúgvingarstovnum, feløgum og fakumhvørvum og gera tørvin á læring sjónligan.

    Tilboðini skulu vera atkomulig óansæð útbúgving, talgildar førleikar og bústað. Føroyskt skal vera natúrligur partur av undirvísing og tilfari. Luttakarar skulu læra at velja amboð, eftirkanna úrslit og meta um tørvin á fakligari hjálp. Royndir verða samskipaðar við Útbreiðslu í tí almenna (átak 13); lærudømi eru ikki royndarverkætlanir afturat teimum raðfestu.

    Ábyrgd og samstarv

    Ábyrgdarhavandi stjórnarráð er Mentamálaráðið.

    Fróðskaparsetur Føroya er verksetandi eind. Vitlíkiseindin (átak 1) samskipar tørv og royndir. Skúlin knýtir læring at leiðreglum (átak 2), málamboðum og veruligari nýtslu. Samstarvspartar eru Vinnuhúsið, stovnar, kommunur, útbúgvingarstovnar, arbeiðsmarknaðarpartar, feløg, fakumhvørvi, Vitar og altjóða partar. Ábyrgdarbýtið er fyribils; faklig ábyrgd verður hjá tænastueigarunum.

    Tíð og máting

    • 2026: Fyrireikingarbólkur, skipan og skeiðsskrá verða fyrireikað og fyrstu Vitar tilnevndir.

    • 2027: Reglulig skeið, sýnisgluggar, netverk og verkstovur byrja.

    • 2028: Skúlin verður festur sum landsfevnandi pallur við árligari skrá og uppfylging.

    • 2029–2030: Tilboð og netverk verða lagað eftir tørvi, læring og skjalfestari nýtslu.

    Minst 30 Vitar innan árslok 2027. Innan árslok 2028 skulu minst 500 starvsfólk og 100 leiðarar hava fingið undirvísing. Átta sýnisgluggar, átta netframløgur, átta verkstovur fyri Vitar, tvær ráðstevnur og tvey nýskapanartiltøk (hackathons). Minst tríggjar samstarvsverkætlanir skulu vera knýttar at skúlanum ella nýttar sum lærudømi.

    Máting og uppfylging skulu vísa fatan, eftirkanningarførleika og veruliga nýtslu eftir skeið. Luttøka einsamøll er ikki mát fyri úrslit. Málvirði verða sett fyri tilboðini, og árlig frágreiðing vísir læring, nýtslu og næstu raðfestingar.

    Fortreytir og váðar

    Varandi arbeiðsorka, undirvísingarførleikar, hóskandi amboð og tíð at læra eru neyðug. Tilfar skal dagførast og virða trúnað og rættindi. Ójøvn atgongd, veitarabinding og ov stórt álit á vitlíki skulu mótvirkast við kritiskari meting og uppfylging í verki.

    Hey! 👋 Eg eri Vitlíki.

    Eg kann hjálpa tær við spurningum um heildarætlanina fyri vitlíki 2027–2030 og átøkini í henni.

    Spyr meg á føroyskum ella enskum.

    Tú hevur 1 boð.