Endamálið er at styrkja myndugleikar, ráð og nevndir í at viðgera etiskar og rættindaligar spurningar um vitlíki. Nýtslan skal virða menniskju, javnrætt og sjálvsavgerðarrætt og hava greiðar leiðir til ráðgeving og kæru.
Endamálið
Hvat verður gjørt
Á verkstovu um etikk og vitlíki varð stúrt fyri, at minnilutabólkar eru illa umboðaðir í dátum, og at menniskjan kann verða gloymd í tøkniligu menningini. Luttakarar løgdu dent á at hoyra tey, sum verða ávirkað. Etisk meting og brúkaraluttøka skulu gera hetta til part av arbeiðinum frá byrjan.
Tí skulu verandi uppgávur, førleikar og ráðgevandi eindir verða lýstar fyri at vísa, hvør viðger hvørji mál, hvar serfrøði vantar, og hvørjir tvørgangandi spurningar falla uttan fyri. Síðani verður raðfest:
Førleikamenning um vitlíki, dygd, skeivleikar, rættindi og menniskjaligt eftirlit.
Ein felags leistur til etiska meting av endamáli, ávirkaðum bólkum, javnrætti, sjálvsavgerð og møguleikum at mótmæla og fáa mistøk rættað.
Greið leið frá ivamáli til fakliga viðgerð, tilmæli og avgerð hjá rætta ábyrgdaranum.
Luttøka hjá borgarum og brúkarum og deiling av lærdómi, har trúnaður og rættindi loyva tí.
Etiska metingin skal kanna, um gagnið rættvísger váðar og inntriv í rættindi, og umendamálið kann røkkast við minni inntrivum. Hon skal koma inn, áðrenn týðandi val eru læst.
Bygt verður á verandi eindir og heimildir. Luttøka hjá eitt nú Etiska ráðnum, Vísindasiðseminevndini, Fjølmiðlanevndini og Javnstøðunevndini skal avtalast. Tørvur á nýggjari ella víðkaðari skipan verður ikki mettur, fyrr enn gloppini eru lýst. Lógarspurningar verða knýttir at átaki 3 og lærdómur at leiðreglum (átak 2) og geiraætlanum (átak 10).
Ábyrgd og samstarv
Avvarðandi stjórnarráð fyri nevndu ráð og nevndir hava yvirskipaða ábyrgd. Myndugleikar, ráð og nevndir verkseta innan sínar uppgávur. Vitlíkiseindin (átak 1) samskipar, og Vitlíkisskúlin (átak 7) stuðlar førleikamenning.
Samstarvspartar eru Dátueftirlitið innan sínar uppgávur, fakmyndugleikar, brúkarafeløg, borgarar og arbeiðsmarknaðarpartar. Arbeiðsbýti og luttøka eru fyribils. Verkætlanarábyrgdarin varðveitir ábyrgd av egnari nýtslu.
Tíð og máting
2027: Uppgávur og tørvur verða lýst. Skeið, ráðgevandi leiðir og metingarleistur verða fyrireikað og roynd.
2028: Leistur og samstarv verða útbygd.
2029–2030: Varandi arbeiðsorka og ráðgeving verða skipað eftir tørvi og eftirmett við borgarum og brúkarum.
Mátað verður eftir tøkari og rættstundis ráðgeving, ítøkiligum tillagingum og royndum hjá ávirkaðum bólkum. Árlig frágreiðing vísir úrslit og glopp.
Fortreytir og váðar
Uppgávur, arbeiðsorka og fígging til serfrøði og brúkaraluttøku skulu avtalast. Sjálvræði hjá ráðum og eftirlitsmyndugleikum skal tryggjast. Ógreið ábyrgd og ov sein ráðgeving kunnu gera rættindaverndina veikari. Avgerðaábyrgd og kæruleiðir skulu tí vera greið.