Fyri at samskipa hetta arbeiðið verður ein vitlíkiseind stovnað. Hon skal m.a. orða leiðreglur, standa fyri altjóða samstarvi, tryggja eitt talgilt undirstøðukervi og skipa eitt úrvalslið at standa fyri royndarverkætlanum. Í einum lítlum samfelagi hevur tað stóran týdning, at vit fáa gagn av tí, onnur longu hava lært og bygt upp. Fakligu umhvørvini eru smá, og tað kann vera torført hjá hvørjum einstøkum arbeiðsplássi at hava alla ta serfrøði, sum nýtsla av vitlíki krevur. Nógvir av spurningunum eru teir somu, hóast uppgávurnar eru ymiskar. Við at savna vitan og loysa felags uppgávur saman, kunnu vit gera tað lættari hjá fleiri at koma víðari.
Í forkanningini lýstu luttakarar úr vinnuni og tí almenna stóran áhuga fyri vitlíki, men eisini óvissu um, hvussu tey kundu koma trygt í gongd.
Tey sóknaðust eftir ráðgeving, greiðari leiðreglum og hjálp til at loysa felags uppgávur. Hetta er bakgrundin fyri, at heildarætlanin savnar samskipan, reglur, altjóða samstarv, dátur og tøkni í tað, ið verður rópt grundvøllurin.
Vitlíkiseindin
Leiðreglur
Fólk hava eisini tørv á at vita, hvussu tey kunnu brúka vitlíki við ábyrgd. Leiðarar og starvsfólk mugu kunna fáa hjálp at velja amboð, verja dátur og meta um úrslit. Tað skal vera greitt, hvør hevur ábyrgd av at verja dátur og eftirkanna úrslit. Greiðar leiðreglur kunnu geva stuðul í gerandisdegnum, meðan løgfrøðiligar greiningar kunnu greiða ivamál og vísa, hvar tørvur er á broytingum. Hetta arbeiðið má hanga saman, so vitanin verður til vegleiðing, sum fólk kunnu brúka í sínum arbeiði.
Altjóða samstarv og tøkni
Vit kunnu samstundis fáa nógv burtur úr altjóða samstarvi. Tað gevur atgongd til vitan, tøkni og tilfeingi og møguleika at læra av royndum hjá øðrum. Okkara uppgáva er at velja og laga loysnirnar til føroyskan tørv og varðveita og ogna okkum neyðugan førleika at taka støðu til tær.
Vitlíki krevur eisini eitt tøkniligt undirstøðukervi, sum ger tað møguligt at royna og nýta loysnir á tryggan hátt. Vit skulu byggja víðari á verandi skipanir og tryggja atgongd til hóskandi rokniorku, hýsing og dátur bæði í Føroyum og hjá altjóða samstarvsfeløgum. Felags tøkniligar tænastur kunnu lætta um á arbeiðsplássum, so tey ikki hvør sær skulu byggja alt upp frá grundini. Útbyggingin skal taka støði í ítøkiligum tørvi og fylgja teimum royndum, vit gera okkum, við greiðari ábyrgd av trygd, rakstri og kostnaði.
Átøkini undir Grundvøllinum skulu styrkja hesar felags fortreytir og gera tað lættari at nýta vitlíki trygt og við ábyrgd.