Endamálið er at tryggja felags kós og framdrátt fyri ábyrgdarfullari og virðisskapandi gagnnýtslu av vitlíki í Føroyum, tvørtur um land og kommunur og í tøttum samstarvi við vinnuna.
Endamálið
Hvat verður gjørt
Í forkanningini varð sóknast eftir einum felags stað við ráðgeving og førleikum, so stovnar og fyritøkur ikki skuldu loysa somu spurningar hvør sær. Vitlíkiseindin skal svara hesum tørvi við samskipan, verkligari hjálp og felags læring.
Vitlíkiseindin verður ein nýggj eind á Gjaldstovuni. Hon skal samskipa og dríva heildarætlanina fram, ráðgeva almennum stovnum og kommunum, hava eitt tvørfakligt úrvalslið, sum setir í gongd og leiðir royndarverkætlanir, standa fyri altjóða samstarvi og skipa tað tøkniliga undirstøðukervi.
Eindin skal menna felags amboð, leiðreglur, politikkir og mannagongdir, samskipa lógararbeiði og standa fyri altjóða samstarvi um vitlíki. Hon skal savna royndir og tryggja, at læring verður deild og brúkt tvørtur um geirar.
Eitt landsfevnandi vitlíkisráð verður sett at ráðgeva um strategi og tryggja samstarv tvørtur um geirar. Ráðið, Vitlíkiseindin og Vitlíkisskúlin mynda samstarvsfyriskipanina Vitlíki Føroya.
Ábyrgd og samstarv
Ábyrgdarhavandi stjórnarráð er Fíggjarmálaráðið.
Gjaldstovan er verksetandi eind. Samstarvspartar eru Kommunufelagið, stjórnarráð, Fróðskaparsetur Føroya, Vinnuhúsið og aðrir týðandi áhugapartar.
Tíð og máting
2026: Bygnaður og setanartilgongd verða fyrireikað.
2027: Eindin verður formliga sett á stovn við tveimum starvsfólkum, og virksemið byrjar.
2027–2028: Fimm royndarverkætlanir verða fyrireikaðar og framdar við støði í teimum fimm royndarøkjunum undir átaki 13: Útbreiðslu í tí almenna.
2028–2030: Eindin verður fullmannað við fimm starvsfólkum og hevur fult virksemi. Fyrsta árliga frágreiðingin í 2028 vísir støðuna á átøkunum. Í 2029 veitir eindin allar sínar tænastur.
Eindin verður mátað eftir framgongd í heildarætlanini.
Fortreytir og váðar
Heimildir skulu vera greiðar. Eindin byrjar í smáum og skal tí í byrjanini hava atgongd til løgfrøði, dátuvernd, trygd og tøkniliga serfrøði uttanífrá. Arbeiðið skal samvirka við heildarætlanina fyri talgilding av samfelagnum.