Endamálið er at orða og seta í verk greiðar leiðreglur um rætta og forsvarliga nýtslu av vitlíki. Tær skulu minka um óvissu, hjálpa við at velja amboð, verja dátur og eftirkanna úrslit, so tøknin skapar virði og stuðlar álítandi tænastum.
Endamálið
Hvat verður gjørt
Á verkstovunum í forkanningini var sjónligt, at óvissan um, hvar og í hvønn mun vitlíki kann nýtast, er stór.Luttakarar sóknaðust eftir einfaldum leiðreglum og arbeiðsleistum, sum kundu lagast til teirra arbeiðspláss. Ein vegleiðingarpakki skal gera hesi ivamál lættari at handfara í gerandisdegnum.
Felags vegleiðingarpakkin verður gjørdur við støði í veruligum arbeiðsuppgávum og síðan royndur saman við brúkarunum. Hann skal geva greið svar um góðkenda nýtslu, hvørjar upplýsingar kunnu leggjast í amboðini, og hvør hevur ábyrgd av eftirkanning. Fyrsta útgávan fevnir um:
Nýtslupolitikk og amboðsgóðkenning við endamáli, ábyrgd og treytum fyri nýggjari meting.
Dátur og trúnað, dátuflutning og goyming við arbeiðsdømum og atgongd til serfrøði.
Fakliga og málsliga eftirkanning, keldukanning og menniskjaligt eftirlit.
Almenn kt-útboð við krøvum til vitlíkisførleikar, royndir, skjalprógv, útveljing, tilboðsmeting og sáttmálar.
Innleiðing í arbeiðsgongdir við leistum til skjalfesting, kunning og fráboðan av mistøkum.
Bygt verður á vegleiðingar hjá Dátueftirlitinum og meginreglur fyri talgilding. Fakmyndugleikarnir menna serstakt tilfar til skúla- og vælferðarøki sum part av Geiraætlanum (átak 10). Fyribils verður mælt til at byrja við almennum stovnum og síðan taka kommunur og vinnu við. Bindandi virknaður, málbólkar og heimild skulu vera greið undan innleiðing.
Ábyrgd og samstarv
Ábyrgdarhavandi stjórnarráð er Fíggjarmálaráðið.
Vitlíkiseindin (átak 1) ger og røkir tilfarið við fakmyndugleikunum. Átak 3 veitir rættarligar greiningar, Vitlíkisskúlin (átak 7) knýtir læring at leiðreglunum, og Etikkur og rættindi (átak 8) gevur etisk íkast.
Samstarvspartar eru Dátueftirlitið innan sínar uppgávur, Gjaldstovan (økini Talgildu Føroyar, KT landsins, KT-trygd og Keyp landsins), stovnar, kommunur, vinna og starvsfólkaumboð.
Tíð og máting
2027: Tørvur verður lýstur, og fyrsti vegleiðingarpakkin verður gjørdur og royndur.
2028: Tilfarið verður lagað til og innført breiðari; arbeiðsleistir verða útbygdir.
2029–2030: Reglulig røkt, dagføring og eftirmeting av nýtslu og virknaði.
Mátað verður eftir nýtslu, greiðum svarum, góðkenning og eftirkanning, viðgerðartíð og
mistøkum, eisini í kt-útboðum. Árlig frágreiðing vísir úrslit og tørv á dagføring.
Fortreytir og váðar
Faklig og løgfrøðilig góðskutrygging, greiðir eigarar og fígging til bæði fyrstu útgávu og varandi røkt eru neyðug. Óítøkiligt ella ótíðarhóskandi tilfar kann skapa ótrygga ella óneyðuga avmarkaða nýtslu. Tí skulu arbeiðsdømi, útgávudagur og endurskoðanarfreist vera greið.