Úrslit:

    Grundvøllurin

    Átak 3
    Vitlíki í lógar­verk­inum 

    Grundvøllurin

    Endamálið

    Endamálið er at samskipa arbeiðið við rættarligu karmarnar fyri menning og nýtslu av vitlíki. Borgarar, stovnar og fyritøkur fáa greiðari at vita um reglur, ábyrgd og rættindavernd, tá tøknin og nýtslan broytast. Greiðar avtalur skulu gerast við rættindahavarar um nýtslu av tilfari og gjald fyri tilfar.

    Hvat verður gjørt

    Luttakarar í forkanningini lýstu óvissu um reglur og ábyrgd. Rættindahavarar løgdu samstundis dent á kunnleika til upphavsrætt og greiðar avtalur um nýtslu. Hetta gevur grund til at savna løgfrøðiligar greiningar og kanna tørvin á møguligum tillagingum.

    Føroyska rættarstøðan verður lýst, tvørgangandi spurningar savnaðir og tørvur á greining og møguligari tillaging eyðmerktur. Reglur um dátuvernd, fyrisiting, innlit, skjalasøvn og trygd eru longu viðkomandi, men spjaddar á fleiri lógarøki og myndugleikar.

    Arbeiðið fevnir um gjøgnumskygni, tá vitlíkisgjørt ella broytt tilfar verður almannakunngjørt. Skilt verður millum lógarásett upplýsingarkrøv, ritstjórnarliga ábyrgd og góðan sið. ES- reglur skulu umhugsast, tí tær kunnu raka føroyskar aktørar við ES-sambandi. Upphavsrættur verður viðgjørdur saman við átøkunum um máltøkni (átak 11) og máltilfar (átak 12). Greiðir karmar skulu verja rættindahavarar og gera tað møguligt at nýta tekst, ljóð, myndir og video til gransking, venjing og eftirmeting.

    Átakið lýsir rættarliga støðu og samskipar greiningar; Vitlíkisleiðreglur (átak 2) geva verkliga vegleiðing. Støða eigur at verða tikin til eina føroyska vitlíkislóg og lógarbroytingar í verandi lógarverki.

    Ábyrgd og samstarv

    Tað er enn ikki avgjørt, hvat stjórnarráð skal hava ábyrgdina av átakinum, ella hvør skal verkseta tað. Arbeiðið skal skipast í samstarvi við viðkomandi lógarábyrgdarar og fakmyndugleikar. Vitlíkiseindin (átak 1) savnar tvørgangandi spurningar og samskipar uppfylging við átøk 2, 11 og 12.

    Samstarvspartar eru Dátueftirlitið, Gjaldstovan (Keyp landsins og KT landsins), aðrir fakmyndugleikar, kommunur, vinna, granskingarumhvørvi, miðlar, skapandi vinnur og rættindahavarar. Viðkomandi myndugleikar varðveita sínar lógar- og eftirlitsheimildir.

    Tíð og máting

    • 2027: Rættarstøða og tørvur á greining verða kortløgd, spurningar raðfestir, og arbeiðsbýti avtalað. Neyðugar greiningar til fyrstu leiðreglur og royndir skulu vera tøkar, áðrenn nýtslan byrjar. Avtalur verða gjørdar við rættindahavarar so skjótt sum til ber.

    • 2028: Raðfestir spurningar verða viðgjørdir, og greiningar gjørdar tøkar fyri leiðreglur og máltøkni. Møguligar tillagingar verða viðgjørdar hjá lógarábyrgdarunum.

    • 2029–2030: Karmar og uppfylging verða eftirmett og dagførd eftir royndum og altjóða menning.

    Mátað verður eftir skjalfestum avkláringum, viðgerðartíð, óloystum forðingum og nýtslu av niðurstøðunum í verki. Árlig frágreiðing vísir úrslit og næstu raðfestingar.

    Fortreytir og váðar

    Løgfrøðiligir førleikar og luttøka frá ábyrgdarunum eru neyðug. Ógreitt málsræði og ósamsvarandi tulkingar skapa óvissu; óneyðugar reglur kunnu tyngja menning.

    Hey! 👋 Eg eri Vitlíki.

    Eg kann hjálpa tær við spurningum um heildarætlanina fyri vitlíki 2027–2030 og átøkini í henni.

    Spyr meg á føroyskum ella enskum.

    Tú hevur 1 boð.