Endamálið er at tryggja Føroyum virknan lut í altjóða samstarvi um vitlíki. Samstarvið skal geva atgongd til vitan, førleikar, máltøkni, dátutilfeingi, rokniorku og felags loysnir, sum vit ikki kunnu menna einsamøll.
Endamálið
Hvat verður gjørt
Samrøðurnar við partar í grannalondunum hava givið íblástur til føroysku tilgongdina. Altjóða netverk, verkætlanir og undirstøðukervi verða raðfest eftir føroyskum tørvi. Dentur verður lagdur á at styrkja føroyskt mál, geva atgongd til rokniorku og serfrøði og stuðla nýtslu í almennum tænastum og vinnu. Samstarvið skal eisini knýta føroyskar fyritøkur, granskarar og myndugleikar at verkætlanum og fígging og tryggja umboðan av føroyskum áhugamálum.
Møguleikar í eitt nú New Nordics AI, norðurlendskum og baltiskum máltøkninetverkum og vitlíkisarbeiðinum í Norðurlandaráðnum verða kannaðir. Luttøka verður mett eftir gagni og treytum.
Atgongd til vitlíkisverksmiðjur og EuroHPC-samstarv verður kannað saman við tøkniligum undirstøðukervi (átak 5). Føroysk hýsing og altjóða tænastur verða samanbornar eftir dátutreytum, trygd, rakstri og samlaðum kostnaði.
Føroyar skulu kunna bjóða seg fram sum royndarland og samstarvsfelagi, eitt nú í fyrisiting, heilsu, útbúgving, fiskivinnu, alivinnu og máltøkni. Samstarvið skal byggja á førleikar í Føroyum og geva royndir, sum fleiri kunnu nýta.
Ábyrgd og samstarv
Ábyrgdarhavandi stjórnarráð er Fíggjarmálaráðið.
Gjaldstovan við Vitlíkiseindini (átak 1) verksetir og samskipar við átak 5, máltøkni (átak 11), máltilfar (átak 12) og nýtslu- og førleikaátøk.
Samstarvspartar eru viðkomandi uttanríkismyndugleikar, Fróðskaparsetur Føroya við Máltøknideplinum, Gjaldstovan (Talgildu Føroyar og KT landsins), fyritøkur, stovnar og kommunur og norðurlendsk og evropeisk netverk, granskingarumhvørvi og veitarar. Ábyrgdarbýti, luttøka og avtalur skulu staðfestast við partarnar.
Tíð og máting
2027: Samstarvsmøguleikar og føroyskur tørvur verða lýst og raðfest. Luttøkutreytir verða kannaðar, og fyrstu avmarkaðu samstørvini avtalað.
2028: Raðfest samstørv verða sett í verk og knýtt at føroyskum verkætlanum. Royndir verða savnaðar, og samstarvið lagað.
2029–2030: Samstarvið verður fastur partur av arbeiðinum; avtalur og luttøka verða eftirmettar eftir staðfestum gagni.
Mátað verður eftir atgongd til vitan og tilfeingi, veruligari nýtslu, førleikamenning og úrslitum, sum kunnu endurnýtast í Føroyum. Fundir og avtalur eru ikki einsamøll mát fyri gagni. Málvirði verða sett fyri raðfest samstørv eftir kortleggingina í 2027. Árlig frágreiðing vísir úrslit og forðingar.
Fortreytir og váðar
Hvørt samstarv krevur føroyskan ábyrgdara, arbeiðsorku og greiðar treytir um dátur, trúnað, rættindi, trygd, rakstur og møguleika at flyta loysnir ella enda samstarvið. Váðar eru luttøka uttan gagn og ov stór veitarabinding. Altjóða rokniorka tryggjar ikki sjálvvirkandi varandi rakstur; kostnaður, burðardygd og føroyskur tørvur skulu metast saman við átaki 5.