Endamálið er at tryggja stovnum, gransking og vinnu álítandi atgongd til rokniorku og tænastur til vitlíkisloysnir. Hýsing í Føroyum, altjóða stórteldur (super computers) og skýtænastur skulu sameinast eftir tørvi, kostnaði, trygd, burðardygd og neyðugum ræði á dátum og kritiskum arbeiðsgongdum.
Endamálið
Hvat verður gjørt
Í forkanningini var ein verkstova um tøkniligt undirstøðukervi. Hon vísti greitt, at rokniorkan í Føroyum til vitlíkisloysnir er sera avmarkað. Umframt rokniorku, so er eisini tørvur á ráðgeving um, hvat er neyðugt at hýsa í Føroyum, og hvat kann hýsast í skýnum. Sum partur av átakinum verður samlaði tørvurin kortlagdur. Felags krøv verða gjørd til fýra veitingarleiðir:
Egin ella serstakliga tillutað útgerð, hýst lokalt ella hjá veitara, til tætt samband viðfakskipanir.
Hýsing í Føroyum, tá atlit til trygd, viðkvæmar dátur og kritiskar tænastur telja mest.
Altjóða skýtænastur til menning, venjing og rakstur, tá treytir og kostnaður hóska.
Altjóða superteldur til krevjandi venjing, neyvstýring og gransking (átak 4, altjóða samstarv).
Veitingin skal fevna um rokniorku, goymslu, net, trygg sambond, atgongdarstýring, eftirlit og rakstrarstuðul. Fyri útvaldar kritiskar tænastur verða avmarkað uttanlandssamband, endurreisn og flyting roynd.
Venjing av grundmyndlum og neyvstillan kunnu fara fram uttanlands, og myndilin kann síðan flytast heim til nýtslu. Átakið fevnir ikki um føroyska rokniorku til at grundvenja stórar málmyndlar frá botni.
Gjaldstovan (KT landsins) skal bjóða vitlíkistænastur eftir sama leisti sum tænastur á Landsneti. Tað er avgerandi, at íløgur í útgerð og ein felags føroyskan pall verða gjørdar skjótast gjørligt.
Ábyrgd og samstarv
Ábyrgdarhavandi stjórnarráð er Fíggjarmálaráðið.
Gjaldstovan (KT landsins) verksetir. Vitlíkiseindin (átak 1) samskipar við KT landsins og átak 4 og við málátøkini 11 og 12 og Útbreiðslu í tí almenna (átak 13). Samstarvspartar eru føroyskir og altjóða veitarar, stovnar, kommunur, vinna, Fróðskaparsetur Føroya og aðrir granskingar-, rakstrar- og trygdarpartar.
Tíð og máting
2026: Fyrstu royndirnar fyri hýsing av vitlíkisloysnum í Føroyum og í skýnum eru lýstar.
2027: Vitlíkistænasturnar verða settar í rakstur við føroyskari hýsing og altjóða rokniorku eftir tørvi. Felags føroyskur pallur verður tøkur. Kortlegging, innkeyp og fyrireiking fara fram samtíðis.
2028: Veitingin verður víðkað til fleiri stovnar og tænastur. Føroysk og altjóða rokniorka verður samskipað eftir tørvi, kostnaði og trygd.
2029–2030: Undirstøðukervi og avtalur verða ment og lagað eftir nýtslu, tøkniligari menning og mátaðum úrslitum.
Mátað verður eftir atgongd til undirstøðukervi, dygd, svartíð, kostnað, kapasitets- og orkunýtslu.
Fortreytir og váðar
Greiðar dátutreytir, rakstrarførleikar og varandi fígging eru neyðug. Vaksandi orkutørvur skal samskipast við grøna orkuskiftið. Høvuðsváðar eru ov stór kapasitetbinding, veitarabinding, sundurbýttar íløgur og veik tilbúgving. Staðbundin útgerð tryggjar ikki einsamøll trygd ella sjálvræði; íløgur skulu byggja á royndir og heildarmeting av kostnaði, umhvørvisárinum og virði.