Úrslit:

    Grundvøllurin

    Átak 6
    Dátu­grundar­lagið 

    Grundvøllurin

    Endamálið

    Endamálið er at gera tað lættari hjá stovnum, kommunum, granskarum og vinnu at finna og fáa lógliga atgongd til álítandi føroyskar dátur.

    Hvat verður gjørt

    Á vinnuverkstovuni varð lýst, at atgongdin til almennar dátur kennist læst, og at yvirlit yvir dátur og eigarar vantar. Hetta varð lýst sum ein forðing fyri gransking og nýskapan. Átakið skal gera tað lættari at finna dáturnar, greina treytirnar og loysa ítøkiligar forðingar.

    Gjørd verður ein felags dátuskrá, sum vísir innihald, eigara, navngivnan dáturøktara, dagføring og atgongd. Dátur verða sum meginregla røktar hjá kelduni; skráin savnar lýsingar og vísir til dátur og tænastur. Góðskukrøv verða avtalað fyri ætlaðu nýtsluna, og feilir rættaðir við kelduna. Felags hugtøk, eyðkenni, maskinlesilig snið og skjalfest markamót skulu lætta um endurnýtslu.

    Opið tilfar verður gjørt tøkt við greiðum treytum. Tilfar við avmarkaðari atgongd fær felags mannagongdir fyri umbønir, avgerðir og avtalur. Heimild, endamál, trúnaður og dátuvernd skulu greinast fyri hvørja nýtslu. Heldin og onnur hóskandi verandi markamót verða nýtt; viðkvæmar dátur krevja atgongdarstýring og vart viðgerðarumhvørvi.

    Arbeiðið verður knýtt at verandi grundardátum og Talgildu Føroyum og samskipað við tøkniligt undirstøðukervi (átak 5), lógararbeiði (átak 3) og leiðreglur (átak 2). Máltilfar hoyrir undir Savna máltilfar (átak 12). Felags dátukrøv skulu við í nýggjar skipanir og innkeyp.

    Ábyrgd og samstarv

    Ábyrgdarhavandi stjórnarráð er Fíggjarmálaráðið.

    Gjaldstovan verksetir saman við dátueigarunum, sum varðveita ábyrgd av dátum, góðskuog atgongdaravgerðum. Vitlíkiseindin (átak 1) samskipar tørv og uppfylging.

    Samstarvspartar eru virkir, stovnar og kommunur, ið kunnu veita og skulu brúka dátur.

    Tíð og máting

    • 2027: Ábyrgd og arbeiðsorka verða staðfestar. Fyrsta dátuskráin verður gjørd tøk við 10–15 raðfestum dátusøvnum hjá 3–5 stovnum ella kommunum.

    • 2028: Dátur úr 3–5 raðfestum søvnum ella dátutænastum verða nýttar í verkætlanum. Feilir og manglar, sum forða nýtsluni, verða rættaðir, og atgongdarleisturin verður eftirmettur.

    • 2029–2030: Dátuskráin og tænasturnar verða víðkaðar eftir staðfestum gagni, og dáturøkt verður partur av vanliga rakstrinum.

    Mátað verður eftir dátugóðsku, endurnýtslu og tíð til at fáa atgongd og fyrireika dáturnar til nýtslu. Árlig frágreiðing vísir úrslit og forðingar.

    Fortreytir og váðar

    Fígging og verkætlanarkostnaður skulu staðfestast. Vantandi tíð, ógreiðar heimildir og ov stórt vav kunnu tarna arbeiðinum. Heimild til eina nýtslu gevur ikki sjálvvirkandi heimild til aðra nýtslu ella myndlavenjing.

    Hey! 👋 Eg eri Vitlíki.

    Eg kann hjálpa tær við spurningum um heildarætlanina fyri vitlíki 2027–2030 og átøkini í henni.

    Spyr meg á føroyskum ella enskum.

    Tú hevur 1 boð.