Úrslit:

    Málið

    Talgilda grundarlagið. Føroyar hava eitt væl ment talgilt grundar­lag at byggja víðari á. Nýtsla av vitlíki setur tó nýggj krøv til trygd, førleikar og ábyrgd. Hesi viður­skifti mugu vera í lagi, skulu vit fáa gagn av tøknini.
    Málið

    Føroyskt er okkara móðurmál. Í tí liva okkara søgur, okkara hugsanir og okkara máti at síggja heimin. Málið knýtir okkum saman sum fólk og ber okkara mentan og samleika. At geva føroyskum máli góð lívskor er tí ein felags ábyrgd, sum eisini fevnir um at tryggja málinum pláss í teirri framtíð, vit nú eru við til at skapa.

    Føroyskt skal fylgja við

    Ættarlið undan okkum hava varðveitt og ment føroyskt og vunnið tí pláss í skúlum, bókmentum, miðlum og samfelagslívi. Nú stendur ein nýggj uppgáva fyri framman. Nú tá ið vitlíki verður partur av arbeiði, undirvísing og gerandisdegi sum heild, má føroyskt fylgja við. Børn og ung skulu kunna læra, undrast og skapa á móðurmálinum, eisini tá ið tey brúka nýggju tøknina. Vit skulu kunna hoyra okkara egnu rødd og kenna okkara egna samfelag aftur í teimum svarum og frásagnum, sum tøknin miðlar.

    Byggja viðari á verandi amboð

    Føroyskt hevur longu fingið fótafesti í talgildu verðini. Vit hava orðabøkur, rættstavingarhjálp, teldutalu, talukenning og teldutýðing, og arbeitt verður við føroyskum í málmyndlum. Máltøknidepilin, granskarar, grunnar og fyritøkur hava skapt virðismikið tilfar og amboð, men fakliga umhvørvið er lítið, og arbeiðsorkan er avmarkað í mun til uppgávuna. Tørvur er á varandi førleikum til at menna amboðini, kanna dygdina og tryggja, at úrslitini koma fólki at gagni.

    Enskt hevur ein ovurstóran fyrimun í máldátum, íløgum og menningarorku, og vit kunnu ikki rokna við, at føroyskt fer at rigga eins væl til allar uppgávur. Tað avgerandi er, at føroyskt riggar so væl í flestu vanligu nýtslustøðunum, at fólk kunnu velja tað. Er munurin í dygd ov stórur, verður lætt at velja enskt ella danskt av praktiskum ávum. Tí skulu vit arbeiða miðvíst fyri, at føroyskt verður ein góður og veruligur valmøguleiki í arbeiði, útbúgving og gerandisdegi.

    Savna máltilfar og virða rættindi

    Máldátur eru ein av lyklunum til at røkka hesum. Tað eru tekstirnir, talan og málupplýsingarnar, sum kunnu læra tøknina føroyskt. Dygdin og fjølbroytnið í hesum tilfari hava týdning fyri, hvussu væl amboðini skilja og brúka okkara mál. Tí mugu vit savna og gera føroyskt máltilfar brúkiligt, so bæði okkara skrivaða mál, málføri, fakmál og mentan eru væl umboðað. Við góðum máldátum fáa føroyskir og altjóða mennarar betri grundarlag fyri at menna føroyskt í sínum loysnum, og vit fáa betri møguleikar at eftirmeta, um tøknin veruliga batnar. Hetta gevur okkum eisini størri ræði á framtíðarmenningini av føroyskum í tøknini.

    Hetta arbeiðið skal fara fram við virðing fyri upphavsrættinum og teimum, sum hava skapt tilfarið. Greiðar avtalur um loyvi, nýtslutreytir og møguliga samsýning skulu gera tað møguligt at nýta máltilfarið til felags gagn og samstundis virða rættindini hjá høvundum og øðrum rættindahavarum.

    Varðveita føroyska ávirkan

    Sjálvt um góðskan á føroyska málinum er betrað munandi seinastu tíðina í leiðandi málmyndlunum hjá tøknirisunum, eiga vit framvegis at gera átøk í Føroyum. Um vit ikki gera tað, so kunnu vit í ringasta føri missa ávirkan á, hvønn veg føroyska málið mennir seg.

    Tey bæði átøkini í hesum partinum skulu styrkja og byggja víðari á tann grundvøll, sum vit hava á hesum øki. Fyrsta átakið er at styrkja føroyska máltøkni við størri arbeiðsorku og víðkaðum førleikum á Máltøknideplinum og betri samskipan av verandi arbeiði. Næsta átakið er at savna máltilfar og røkja tað til menning og eftirmeting. Saman skulu átøkini geva okkara móðurmáli betri lívskor í vitlíkisøldini, tryggja, at vit hava ræðið á føroyska málinum, og gera tað møguligt hjá okkum at taka lut í tøkniligu menningini á føroyskum.

    Hey! 👋 Eg eri Vitlíki.

    Eg kann hjálpa tær við spurningum um heildarætlanina fyri vitlíki 2027–2030 og átøkini í henni.

    Spyr meg á føroyskum ella enskum.

    Tú hevur 1 boð.