Úrslit:

    Málið

    Átak 11
    Styrkja føroyska máltøkni 

    Málið

    Endamálið

    Endamálið er at styrkja føroyskt sum virkið mál í talgilda samfelagnum. Fólk, stovnar og fyritøkur skulu kunna brúka føroyskt í amboðum til arbeiði, útbúgving og gerandisdag. Við at styrkja Máltøknidepilin fáa vit varandi fakligar førleikar at kanna, hvussu væl amboðini rigga á føroyskum, og hjálpa til, so tey kunnu brúkast í verki.

    Hvat verður gjørt

    Í samrøðunum við Máltøknidepilin varð víst á tørvin á fleiri fólkum við tíð og førleikum. Á verkstovuni um føroyskt mál varð eftirlýst álítandi føroyskt í amboðunum. Máltøknidepilin fær støðugari arbeiðsorku til at granska, menna og eftirmeta føroyska máltøkni.

    Depilin skal gera felags royndarsett og brúka tey til at samanbera, hvussu væl ymisk amboð skilja og brúka føroyskt. Hann skal kanna, um amboðini skriva gott føroyskt, brúka røtt fakorð og skilja føroysk viðurskifti. Bæði sjálvvirkandi royndir og metingar hjá málkønum og fakfólkum skulu vísa, hvar amboðini rigga væl, og hvar tey ikki rigga so væl.

    Serligur dentur verður lagdur á royndarverkætlanirnar í heildarætlanini. Depilin skal hjálpa við at seta krøv til føroyskt mál, velja hóskandi amboð og kanna úrslitini saman við starvsfólkum og brúkarum. Fakfólk á viðkomandi øki skulu meta um fakliga innihaldið, meðan depilin hjálpir við at kanna málið og nýtsluna av fakorðum. Hann skal vísa á veikleikar og ráðgeva um, hvussu bøtast kann um teir.

    Bygt verður á verandi amboð og verkætlanir hjá tí almenna, grunnum og privatum. Arbeiðið fevnir eisini um talu til tekst, upplestur og aðra máltøkni, raðfest eftir tørvi og tí, sum royndirnar vísa.

    Ábyrgd og samstarv

    Ábyrgdarhavandi stjórnarráð er Mentamálaráðið. Fróðskaparsetur Føroya við Máltøknideplinum verksetir. Vitlíkiseindin (átak 1) samskipar við heildarætlanina. Samstarvspartar eru verandi verkætlanir og veitarar, brúkarafeløg, málfaklig umhvørvi, rættindahavarar og útlendskir partar. Royndir í almennum arbeiðsgongdum verða avtalaðar saman við átaki 13.

    Tíð og máting

    Mælt verður til hesi arbeiðsmál, sum skulu staðfestast fakliga og fíggjarliga í 2027:

    • 2027: Arbeiðsorkan verður styrkt. Depilin ger fyrstu royndarsettini, roynir verandi amboð og skrásetir byrjanarstøðuna. Hann byrjar eisini at hjálpa royndarverkætlanunum við at seta krøv til føroyskt mál og kanna úrslitini.

    • 2028: Depilin samanber amboð og fylgir við, hvussu tey rigga í royndarverkætlanunum. Royndir við veruligum brúkarum skulu vísa, um uppgávurnar verða loystar á nøktandi føroyskum og við røttum fakligum innihaldi, og hvat krevur víðari menning.

    • 2029–2030: Depilin endurtekur royndirnar, tá amboðini broytast, og hjálpir við at taka loysnir, sum lúka dygdarkrøvini, í breiðari nýtslu. Úrslit og royndir verða gjørd tøk, so onnur kunnu byggja víðari á tey.

    Mátað verður eftir málgóðsku, røttum fakorðum, týðandi feilum og tíðini, sum fer til at eftirkanna og rætta úrslitini. Málfatan, skrivligt mál og fakligt innihald verða mett hvør sær. Samanbering við byrjanarstøðuna og endurtiknar royndir á óheftum tilfari skulu vísa framgongd. Úrslit og óloyst glopp verða lýst árliga.

    Fortreytir og váðar

    Arbeiðið krevur hóskandi máltilfar, greið loyvi, upplýsingavernd, undirstøðukervi og varandi førleikar. At eitt amboð brúkar gott føroyskt, tryggjar ikki, at innihaldið er rætt. Tí skulu viðkomandi fakfólk taka lut í royndunum og eftirkanna úrslitini. Áðrenn varandi nýtslu skulu eigari, rakstur, dagføring og faklig eftirmeting vera staðfest.

    Hey! 👋 Eg eri Vitlíki.

    Eg kann hjálpa tær við spurningum um heildarætlanina fyri vitlíki 2027–2030 og átøkini í henni.

    Spyr meg á føroyskum ella enskum.

    Tú hevur 1 boð.