Úrslit:

    Endamálið

    Endamálið er at savna, skipa og varandi røkja felags føroyskt máltilfeingi til menning og óhefta eftirmeting. Skrivað mál, tala, myndir, video, málupplýsingar og royndartilfar skulu hava skrásettan uppruna, rættindi og nýtslutreytir.

    Hvat verður gjørt

    Á verkstovuni um føroyskt mál varð víst á tørvin á skipaðari innsavning og góðum føroyskum tilfari. Eftir verkstovuna hava rættindahavarar lagt dent á avtalur og rímiliga samsýning. Innsavningin skal tí sameina málgóðsku og nýtslumøguleikar við virðing fyri teimum, sum skapa tilfarið.

    Bygt verður á verandi máltilfar og uppskot til dátusamstarv. Ein landsfevnandi kelduskrá skal vísa tilfar, eigarar, góðsku og loyvda nýtslu. Keldueigarar varðveita upprunatilfarið og lata avrit ella útvalt tilfar inn eftir avtalu.

    Innkomið tilfar verður góðskukannað og viðgjørt í miðsavnaðari skipan við søvnum fyri tekst, málupplýsingar, myndir, video og ljóð. Tekstur verður reinsaður og flokkaður. Ljóð og video verða knýtt at avritum, undirtekstum og metadátum. Talutilfarið skal umboða ymiskar røddir, ymiskan aldur, ymisk málføri, ymisk fakøki og ymisk upptøkuviðurskifti.

    Óheft royndartilfar verður hildið sundur frá venjingar- og menningartilfari. Atgongdin fær trý stig: opið tilfar, stýrda atgongd og vart granskingarumhvørvi. Loyvi og møgulig samsýning verða avtalað við rættindahavarar. Tilfar, sum kann deilast, verður útgivið í lýstum sniðum til føroyskar mennarar og stórar altjóða tøkniveitarar. Eingin veitari fær serstøðu ella einkarætt.

    Ábyrgd og samstarv

    Ábyrgdarhavandi stjórnarráð er Mentamálaráðið.

    Fróðskaparsetur Føroya við Máltøknideplinum verksetir, og Vitlíkiseindin (átak 1) samskipar saman við deplinum. Samstarvspartar eru keldueigarar, savnsstovnar, Kringvarp Føroya (KVF), Málráðið, miðlar, forløg, rættindahavarar, kt- og trygdarpartar, granskarar og føroyskir og altjóða tøkniveitarar.

    Tíð og máting

    • 2027: Heimild og ábyrgd verða staðfestar. Móttøka, goymsla og útgáva verða skipaðar, og fyrstu útgávustýrdu søvnini gjørd tøk við greiðum loyvum. Samstarv við KVF byrjar.

    • 2028: Innsavning verður víðkað til fleiri keldur, søvn útbygd og óheft royndarsøvn ment. Tilfar at deila verður boðið føroyskum og altjóða mennarum.

    • 2029–2030: Innsavning og røkt verða varandi arbeiði við regluligari dagføring og eftirmeting. Royndarsøvn verða givin út, har loyvi er til tað.

    Fyribils arbeiðsmál fyri 2027–2028 eru umleið 500 milliónir góðskutryggjað føroysk orð uttan dupultteljing og minst 10.000 tímar av flokkaðum, tøkniliga brúkiligum talutilfari við greiðum loyvum. Talu- og videotímar verða skrásettir hvør sær.

    Mátað verður eftir mongd, dygd, umboðan, metadátum, loyvdari nýtslu, innlatingum og tíð til útgávu.

    Fortreytir og váðar

    Varandi arbeiðsorka, trygg goymsla og málførleikar, dátutøkniligir førleikar, løgfrøðiligir førleikar og trygdarførleikar eru neyðug. Avtaluleisturin skal eftirmetast við rættindapørtum. Innsavningin er komin afturúr altjóða tænastumenningini; uttan føroyskt stýrt grundarlag kunnu ávirkan og valfrælsi minka. Tørvur og fígging eru óviss, og kortleggingin kann broyta fyribils málini.

    Hey! 👋 Eg eri Vitlíki.

    Eg kann hjálpa tær við spurningum um heildarætlanina fyri vitlíki 2027–2030 og átøkini í henni.

    Spyr meg á føroyskum ella enskum.

    Tú hevur 1 boð.