Meginreglurnar lýsa, hvat eigur at verða galdandi tvørturum øll átøk, tá arbeitt verður at seta hesi í verk.
Átøk skulu hava greið mál áðrenn byrjað, og úrslit skulu kunna mátast aftaná
Øll átøk skulu taka støði í einum ítøkiligum tørvi. Áðrenn byrjað verður, skal vera greitt, hvat skal betrast, hvussu úrslit verða máld, og hvør tekur avgerð um framhaldið. Fakfólk, starvsfólk og brúkarar skulu takast við. Royndir og úrslit skulu deilast, eisini tá ætlaða gagnið ikki verður rokkið. Góðar royndir skulu geva grundarlag fyri víðari menning og breiðari nýtslu.
Ábyrgd og avgerðarheimildir skulu vera greiðar
Fyri hvørt átak skal vera greitt, hvør hevur yvirskipaðu og politisku ábyrgdina, og hvør fremur arbeiðið í verki. Fakliga ábyrgdin av tænastum og avgerðum skal vera staðfest. Tað skal eisini vera greitt, hvør regluliga fylgir upp á úrslit og forðingar og tekur avgerð um framhald, tillaging ella steðg.
Trygd skal vera við frá byrjan
Trygdarváðin við vitlíki er umfatandi og samansettur. Tí eigur trygd at verða hugsað inn í allar vitlíkisloysnir frá fyrireiking, innkeypi, menning og rakstri.
Orku- og tilfeingisnýtsla skulu takast við í avgerðirnar
Tað krevur nógva og stóra útgerð at koyra stórar málmyndlar og tí skulu loysnir metast eftir gagni, orku- og tilfeingisnýtslu og ávirkan á umhvørvið. Metingin skal fevna um bæði menning og dagligan rakstur.
Javnbjóðis atgongd og luttøka skulu vera partur av menningini
Loysnir skulu mennast við atliti at fólki við ymiskum førleikum og tørvi. Tey, sum verða ávirkað, skulu í tann mun tað er møguligt og gagnligt hava møguleika at ávirka menningina. Hyggjast skal eftir, hvør fær gagn av loysnunum, og um tær skapa ójavna ella skeivleikar, eisini millum kvinnur og menn. Fólk, sum ikki kunnu brúka eina vitlíkisloysn, skulu hava atgongd til hjálp ella aðrar hóskandi tænastur.