Úrslit:

    Fíggjarligt yvirlit

    Viðmerkingar til ymisku átøkini eru niðanfyri talvuna.

    Upphæddir í 1.000 kr. í føstum 2027-prísum.

    Nr.

    Átak

    2027

    2028

    2029

    2030

    Tilsamans

    Nýggj játtan til heildarætlan_

    1

    Vitlíkiseind

    1.800

    5.000

    5.000

    5.000

    16.800

    2.

    Vitlíkisleiðreglur

    0

    0

    0

    0

    0

    3.

    Lógarverkið

    0

    0

    0

    0

    0

    4.

    Altjóða samstarv

    200

    500

    500

    500

    1.700

    5.

    Tøkniligt undirstøðukervi

    1.000

    3.500

    3.500

    3.500

    11.500

    6.

    Dátugrundarlagið

    0

    1.000

    1.000

    1.000

    3.000

    7.

    Vitlíkisskúlin

    500

    0

    0

    0

    500

    13.

    Útbreiðsla í tí almenna

    1.500

    2.500

    1.000

    1.000

    6.000

    Tilsamans til nýggja játtan

    5.000

    12.500

    11.000

    11.000

    39.500

    Onnur fígging_

    8

    Etikkur og rættindi

    50

    50

    50

    50

    200

    9.

    Arbeiðsmarknaðarráð fyri vitlíki

    350

    700

    700

    700

    2.450

    10.

    Geiraætlanir

    —

    —

    —

    —

    —

    11.

    Styrkja føroyska máltøkni

    900

    2.700

    2.700

    2.700

    9.000

    12.

    Savna máltilfar

    0

    0

    0

    0

    0

    14

    Vitlíkin vinna

    —

    —

    —

    —

    —

    Tilsamans til aðra fígging

    1.300

    3.450

    3.450

    3.450

    11.650

    Tilsamans, nýggj játtan + onnur fígging

    6.300

    15.950

    14.450

    14.450

    51.150

    1) Vitlíkiseind

    Tvey ársverk í 2027 og fimm frá 2028. Felags samskipan, skrivstovuhald og ráðgeving eru innroknað. Beinleiðis altjóða samstarv og keypt rokniorka standa á serstøkum reglum.

    2) Leiðreglur

    Kostnaðurin er íroknaður í starvsfólkaútreiðslunum til Vitlíkiseindina.

    3) Lógarverkið

    Kostnaðurin er íroknaður í starvsfólkaútreiðslunum til Vitlíkiseindina.

    Árligi kostnaðurin fyri at fáa rættindi til innsavning og granskingarnýtslu av máltilfari er óvissur og kemur at liggja í átakinum at savna máltilfar.

    4) Altjóða samstarv

    Kostnaðurin er til at luttaka í samstarvi og at keypa atgongd til talgilt undirstøðukervi.

    5) Tøkniligt undirstøðukervi

    Talan er um partvísa íløgu til at seta ferð á. Almennir stovnar við tørvi á rokniorku rinda sín part, tá teirra tørvur er.

    Fortreytin er, at undirstøðukervið verður veitt sum hýsingartænasta, ið verður útbygd á teimum ymsu økjunum, so hvørt sum nýtslan veksur.

    Játtanin fevnir ikki um alla vitlíkisnýtslu hjá tí almenna. Verður tørvur á nógvari rokniorku, sum krevur íløgu, krevur tað eina serstaka íløgu og fígging, sum ikki eru fevnd av hesum karmi.

    6) Dátugrundarlag

    Fyribils 1 mió. kr. árliga í 2028–2030. Uppgávur, ábyrgd og kostnaðarbýti skulu lýsast nærri, eisini markið móti tøkniliga undirstøðukervinum og máltilfarinum.

    7) Vitlíkisskúlin

    500 tkr. verða settar av fyri at seta ferð á Vitlíkisskúlan í 2027. Hereftir skal Vitlíkisskúlin vera sjálvfíggjandi við brúkaragjøldum.

    8) Etikkur og rættindi

    Játtanin hoyrir til Heilsu- og Orkumálaráðið og er tí ikki við í upphæddini til nýggja játtan.

    9) Arbeiðsmarknaðarráð

    Játtanin hoyrir til Vinnumálaráðið og er tí ikki við í upphæddini til nýggja játtan.

    10) Geiraætlanir

    Fíggingartørvur óavkláraður. Verður fíggjað av geirunum.

    11) Styrkja máltøkni

    Játtanin er ætlað at styrkja teir førleikar, sum vórðu eftirlýstir innan økið máltøkni. Her er talan um: fólk til at savna føroyskt máltilfar og fáa rættindaavtalur í lag, dátuserfrøðingar til at reinsa, skipa og góðskutryggja tilfarið og vitlíkis- og máltøknisserfrøðingar til at menna, tillaga og eftirmeta málmyndlar og amboð.

    Arbeiðið krevur eisini føroyska málfrøðiliga serfrøði til merking og málsliga góðskutrygging. Førleikarnir kunnu fáast til vega við setanum, samstarvi við granskingarumhvørvi og lesandi ella keypi av serfrøði. Endaliga samansetingin og býtið millum máltøkni og arbeiðið við máltilfari verða ásett í verksetingini.

    Játtanin hoyrir til Fróðskaparsetur Føroya og er tí ikki við í upphæddini til nýggja játtan.

    12) Savna máltilfar

    Kostnaðurin fyri at savna máltilfar (átak 12) er íroknaður í átaki 11, styrkja máltøkni.

    13) Útbreiðsla í tí almenna

    Mest verður sett av fyrstu árini, tá tørvurin á lærdómi, royndarverkætlanum og eftirmeting er størstur. Seinnu árini verður rúm fyri at royna nýggjastu tøknina og kanna nýggjar nýtslumøguleikar.

    Játtanin til útbreiðslu fevnir um avmarkaðar royndir, lærdóm og fyrireiking. Størri menningar- og verksetingarverkætlanir, breið útbreiðsla av loysnum og varandi rakstur eru ikki fíggjað í hesum karmi. Tey krevja sjálvstøðuga kostnaðarmeting, avgerð og serstaka fígging hjá viðkomandi myndugleikum.

    14) Vitlíkin vinna

    Fíggingartørvur óavkláraður. Verður fíggjað av vinnuni.

    Hey! 👋 Eg eri Vitlíki.

    Eg kann hjálpa tær við spurningum um heildarætlanina fyri vitlíki 2027–2030 og átøkini í henni.

    Spyr meg á føroyskum ella enskum.

    Tú hevur 1 boð.