Vitlíki fer at ávirka, hvussu vit arbeiða, læra, samskifta og veita tænastur, og tí er tað ein samfelagsuppgáva at tryggja, at tøknin verður brúkt við skynsemi og kemur øllum til góðar. Við hesi heildarætlan seta vit eina felags landsfevnandi kós fyri, hvussu vitlíki skal styrkja fólkið, málið og búskapin.
Vit vilja menna eitt samfelag, sum komandi ættarlið hava hug at búgva og virka í. Har tey kunnu útbúgva seg, finna spennandi størv og byggja sær trygga framtíð. Vitlíki kann stuðla hesum við nýggjum vinnum og fakligum umhvørvum.
Vælferðin hevur givið okkum betri og longri lív. Samstundis verða vit fleiri eldri og lutfalsliga færri í arbeiðsførum aldri. Vit verða tí færri at lyfta eina vaksandi uppgávu á vælferðarøkinum. Vitlíki kann lætta um dagligar uppgávur, so meira orka verður til tað, sum krevur menniskjaligt skil og nærveru.
Innan vinnuna og almenna geiran hava longu verið gjørdar royndir við vitlíki. Arbeiðið við Talgildu Føroyum hevur eisini víst, hvat vit megna, tá ið vit savna førleikar og samstarva um felags mál. Vit eiga at loysa felags uppgávur saman og geva stovnum, kommunum og vinnu stuðul at menna loysnir til sín tørv.
Henda heildarætlan tekur støði í átaki 15 í heildarætlanini fyri Talgildu Føroyar 2025–2027. Har setti landsstýrið sær fyri at lýsa, hvussu samfelagið fær sum mest burtur úr vitlíkistøknini, og hvussu vit verja okkum fyri váðunum.
Heildarætlanin byggir á forkanning, greiningar og royndir úr øðrum londum. Verkstovur og samrøður við áhugapartar tvørtur um samfelagið hava givið innlit í føroyskan tørv og møguleikar.
Gjaldstovan hevur havt ábyrgdina av hesum arbeiði og hevur í samstarvi við ráðgevar hjá VILT! Vitlíkistænastuni staðið fyri at fremja uppgávuna. Vitlíkisstovan luttók eisini í arbeiðinum við forkanningini. Umframt henda faldara er útgreinandi tilfar at lesa um heildarætlanina og øll átøkini á vitliki.fo.
Eg takki øllum, sum hava lagt tíð, vitan og eru komin við hugskotum til arbeiðið. Breiða luttøkan er eitt gott grundarlag at byggja víðari á.
Við hesum handa vit landsstýrismanninum í fíggjarmálum okkara tilmæli til hvørji átøk skulu fremjast fram til 2030. Nú skal ætlanin gerast til veruleika. Tað krevur raðfestingar og samstarv.
Nicolai M. Balle
Deildarstjóri í Talgildu Føroyum