Við hesi visjón seta vit eina felags kós fyri vitlíki í Føroyum. Hon lýsir bæði, hvat vit vilja røkka, og hvussu vit vilja bera okkum at. Vit skulu hava dirvi at gagnnýta møguleikarnar og umhugsni at verja tað, sum hevur týdning fyri okkum.
At vera undangonguland merkir, at vit vísa, hvussu vitlíki kann skapa veruligt virði í einum lítlum samfelagi. Vit skulu duga at laga tøknina til okkara tørv og viðurskifti, læra av øðrum og vísa á loysnir, sum onnur eisini kunnu læra av. Tað krevur ikki, at vit eru fyrst við øllum, men at vit ganga undan við nýtslu, sum er væl grundað og gevur úrslit.
Henda stremban hevur eitt ítøkiligt endamál. Føroyar skulu eisini framyvir vera kappingarførar og eitt gott og dragandi stað at liva og virka í. Vinnan skal kunna menna seg og skapa virðisøking. Vit skulu megna at veita tær vælferðartænastur, sum fólkið hevur tørv á og samfelagið væntar. Við vitlíki kunnu vit fáa meira burtur úr okkara tilfeingi og førleikum, lætta um arbeiðið og skapa rúm fyri nýggjum loysnum.
At gagnnýta vitlíki við ábyrgd merkir, at vit taka vandarnar í eins stórum álvara og møguleikarnar. Stúranin fyri vitlíki er ein týðandi partur av samrøðuni um okkara framtíð. Tøknin kann gera mistøk, endurgeva fordómar, seta privatlívið undir trýst og gera tað truplari at skilja ímillum álítandi upplýsingar og villleiðing. Hon kann broyta arbeiðslívið og skapa ótryggleika um førleikar, arbeiðspláss og menniskjans leiklut. Hesi atlit skulu hava veruliga ávirkan á tær avgerðir, vit taka.
Vit skulu tí hava greiðar karmar og innlit í, hvussu tøknin verður nýtt, og greiða ábyrgd, tá ið mistøk verða gjørd. Vit skulu varðveita menniskjaliga meting og samband, har tað hevur týdning, og kunna velja vitlíki frá, tá ið nýtslan ikki er ráðilig.
Vit mugu samstundis taka støði í, at tøknin er tøk og longu partur av samfelagnum. Tí er spurningurin ikki longur, um vit skulu brúka vitlíki, men hvussu vit skulu brúka tað. Tað merkir ikki, at vitlíki skal brúkast allastaðni. Ábyrgdin fevnir um at taka tilvitaða støðu til, nær tað tænir okkum, og nær tað ikki ger tað.
At styrkja merkir bæði at verja og at menna. Vit skulu verja tað, sum vit byggja samfelagið á, og samstundis menna okkara møguleikar at skapa eina betri framtíð. At verja er eitt nú at varðveita rættindi, álit, mál og mentan. At menna er at geva fólki nýggjar førleikar, gera tænastur betri og skapa nýggjar møguleikar fyri virðisøking.
Visjónin savnar hesa stremban um tær tríggjar súlurnar, fólkið, málið og búskapin.
Fólkið er bæði einstaka menniskjað og felagsskapurin, vit eru partur av. Vitlíki skal styrkja møguleikarnar hjá fólki at læra, arbeiða, luttaka og liva eitt gott lív. Tað krevur, at vit øll fáa møguleika at skilja tøknina og ávirka, hvussu hon verður brúkt, og at ágóðarnir koma breitt út í samfelagið.
Málið er okkara felags samskiftisamboð og ber okkara mentan og samleika. Tí skulu vit bæði verja støðuna hjá føroyskum og menna møguleikarnar at brúka málið á nýggjum økjum. Vit skulu kunna brúka vitlíki á føroyskum.
Búskapurin er grundarlagið undir arbeiðsplássum, virðisøking og felags vælferð. Við vitlíki skulu vit styrkja kappingarførið í vinnuni og førleikan og orkuna í almenna geiranum at veita góðar tænastur. Málið er, at okkara arbeiðsorka, vitan og tilfeingi skapa størri virði og geva okkum betri ráð og rúm til tað samfelagið, vit vilja hava.
Fyri at bera tær tríggjar súlurnar krevst ein felags grundvøllur. Hann fevnir um tær fortreytir, sum skulu vera upp á pláss fyri at røkka visjónini: etiskar meginreglur, hóskandi lógarverk og leiðreglur, trygga nýtslu av dátum, tøkniligt undirstøðukervi og altjóða samstarv. Ein vitlíkiseind skal samskipa felags átøk og hava ábyrgd av at fremja arbeiðið við heildarætlanini.
Skulu vit røkka hesi visjón, er neyðugt við einari heildarætlan. Vitlíki kann skapa virði hjá einstøkum fólkum, fyritøkum og stovnum, men skulu vit sum land fáa sum mest burtur úr tøknini, mugu vit seta okkum greið mál og lyfta í felag. Í einum lítlum landi er serliga týdningarmikið, at vit samskipa okkara tilfeingi og byggja víðari á vitan og royndir hjá hvørjum øðrum. Hesa kós setur heildarætlanin.