Úrslit:

    Vitlíki Føroya. Heildarætlan 2027–2030

    Samandráttur 

    Heildarætlanin fyri 2027–2030 savnar 14 átøk, sum skulu knýta ráðgeving, førleikamenning og menning av loysnum tættari saman.
    Føroyar

    Stovnar, kommunur og fyritøkur skulu fáa betri stuðul at loysa ítøkiligar uppgávur, og vitan og royndir skulu kunna brúkast tvørtur um fakøki og arbeiðspláss.

    Ein nýggj Vitlíkiseind í Talgildu Føroyum verður knýtt at fakligum umhvørvum og teimum, sum skulu brúka loysnirnar. Samstundis verða førleikamenning á Fróðskaparsetrinum og arbeiðið hjá Máltøknideplinum styrkt. Hetta skal skapa samband millum tørvin í gerandisdegnum, læring og tøkniliga menning. Fakmyndugleikar, stovnar og fyritøkur varðveita ábyrgdina av egnum tænastum og avgerðum.

    Felags tøkniligar tænastur, dátuatgongd og vegleiðingar skulu stuðla fleiri átøkum í senn. Royndir á arbeiðsplássum skulu vísa, hvar hesar fortreytir vanta, og geva ítøkilig lærudømi til Vitlíkisskúlan. Arbeiðsmarknaðarpartarnir skulu hava ein fastan leiklut í at ávirka broytingarnar, meðan geiraætlanir skulu knýta felags átøk at uppgávunum á skúla- og vælferðarøkjunum.

    Á máløkinum skulu innsavning av føroyskum tilfari og menning av málamboðum ganga hond í hond. Tilfarið skal bæði brúkast til menning og til óhefta eftirmeting.

    Í tí almenna verða royndir savnaðar um útvaldar arbeiðsgongdir, eitt nú vaktarplanlegging og málsviðgerð. Í vinnuni verður dentur lagdur á at hjálpa fyritøkum at velja eina hóskandi uppgávu og næsta stig. Lærdómurin skal nýtast til at menna felags stuðulin og fyrireika breiðari nýtslu. Størri verkætlanir og varandi rakstur krevja serstaka avgerð og fígging.

    Grundvøllurin

    Átak 1. Vitlíkiseind

    Endamál: Tryggja felags kós, samskipan og ráðgeving og fremja heildarætlanina í verki. Verður skipað sum nýggj eind á Gjaldstovuni. Les meira.

    Átak 2. Vitlíkisleiðreglur

    Endamál: Geva greiða vegleiðing um forsvarliga nýtslu, val av amboðum, upplýsingavernd og eftirkanning. Les meira.

    Átak 3. Vitlíki í lógarverkinum

    Endamál: Greiðar reglur, ábyrgd og rættindavernd og kanna tørvin á nýggjari lóggávu og tillagingum í verandi lógarverki. Les meira.

    Átak 4. Altjóða samstarv

    Endamál: Gjøgnum altjóða samstarv geva Føroyum atgongd til at fáa og geva vitan, førleikar, tøkni og tilfeingi. Les meira.

    Átak 5. Tøkniligt undirstøðukervi

    Endamál: Tryggja álítandi atgongd til rokniorku og tænastur eftir tørvi, trygd, burðardygd og kostnaði, bæði í Føroyum og hjá altjóða samstarvsfeløgum. Les meira.

    Átak 6. Dátugrundarlagið

    Endamál: Gera tað lættari at finna og fáa lógliga atgongd til og endurnýta álítandi føroyskar dátur. Les meira.

    Fólkið

    Átak 7. Vitlíkisskúlin

    Endamál: Menna førleikar, deila vitan og knýta netverk, so fleiri kunnu skilja, brúka og taka støðu til vitlíki. Skúlin verður skipaður á Fróðskaparsetrinum. Les meira.

    Átak 8. Etikkur og rættindi

    Endamál: Styrkja etiska ráðgeving og rættindavernd við atliti at javnrætti, sjálvsavgerð og kærumøguleikum. Verandi ráð og nevndir skulu førleikamennast. Les meira.

    Átak 9. Arbeiðsmarknaðarráð fyri vitlíki

    Endamál: Geva arbeiðsmarknaðarpørtunum leiklut í broytingum, førleikamenning og betri nýtslu av arbeiðsmegi. Eitt arbeiðsmarknaðarráð verður sett á stovn. Les meira.

    Átak 10. Geiraætlanir

    Endamál: Gera fakliga grundaðar ætlanir fyri vitlíki á skúla-, útbúgvingar-, almanna-, heilsu- og eldraøkinum. Les meira.

    Málið

    Átak 11. Styrkja føroyska máltøkni

    Endamál: Styrkja førleikar og málamboð, so føroyskt kann brúkast í arbeiði, útbúgving og gerandisdegi. Máltøknidepilin skal styrkjast. Les meira.

    Átak 12. Savna máltilfar

    Endamál: Savna, góðskutryggja og røkja føroyskt máltilfar til menning og óhefta eftirmeting við greiðum nýtslutreytum. Les meira.

    Búskapurin

    Átak 13. Útbreiðsla í tí almenna

    Endamál: Royna vitlíki í almennum arbeiðsgongdum við royndarverkætlanum og máta gagn og kostnað sum grundarlag fyri breiðari nýtslu. Les meira.

    Átak 14. Vitlíkin vinna

    Endamál: Hjálpa fyritøkum at velja hóskandi stig við vitlíki og styrkja framleidni, nýskapan og kappingarføri. Les meira.

    Hey! 👋 Eg eri Vitlíki.

    Eg kann hjálpa tær við spurningum um heildarætlanina fyri vitlíki 2027–2030 og átøkini í henni.

    Spyr meg á føroyskum ella enskum.

    Tú hevur 1 boð.