Okkara visjón er, at Føroyar skulu vera undangonguland, ið vísir, hvussu ein smátjóð við ábyrgd gagnnýtir vitlíki til at styrkja fólkið, málið og búskapin.
Vitlíki skal styrkja vælferðina, skapa nýggjar møguleikar í vinnuni og tryggja føroyska málinum góð lívskor í talgildu framtíðini. Vit skulu laga tøknina til okkara tørv og viðurskifti, gagnnýta møguleikarnar og samstundis verja tað, sum hevur týdning fyri okkum.
Her á síðuni ber til at lesa heildarætlanina, finna viðkomandi skjøl og annað tilfar og so hvørt fylgja við, hvussu átøkini verða sett í verk.
Heimasíðan verður sostatt savningarstaður fyri arbeiðið við vitlíki í Føroyum.